Børnini á Frostmofjallinum

Barnabók eftir Lauru Fitinghoff, 1907, í danskari týðing, 1949.

 

Leiðin til eina av mínum fyrst lisnu skaldsøgum, Børnene fra Frostmofjældet, gongur fram við trimum varðum, har tann fyrsti var dýrgripurin Í Skýmingini, 1948, eftir Sofíu Petersen og Elinborg Lützen, ein bók ið eg sum 6 ára gomul, fekk í gávu ein ógloymandi bókadag fyrst í fimmtiárunum. Ein rættilig bók, sum eg átti sjálv, og sum síðani varð rannsakað, teknað eftir, lisin, sungin, spæld og søgd fyri teimum yngru, men sum eisini var lagnutung eins og Sigmunds kvæði í barnadansinum og so døkk, at eg teknaði litføgur blomstur og gentur við reyðum sloyfum um flætturnar á alt tað hvíta uttan um tær svørtu hjá Elinborg Lützen.

   Um somu tíð fortaldi ein fastir okkara eina ørgrynnu av kendum søgum, men við næstan tí sama dapra dáminum líka frá Snjóhvítu og Tornurósu til tann Mishátta dunnuungan og Gentuna í gággukassanum, men eisini hana um Elisu og teir ellivu svanirnar, ið eg fram um hinar allarhelst vildi hoyra. Hetta var ævintýrið hjá  H.C.Andersen frá umleið 1840, sum í umyrking hansara eitur De vilde Svaner, hóast Elisa var hetjan og tann, sum at enda - og beint áðrenn hon sjálv varð brend á báli - bjargaði brøðrum sínum frá tí ónda gandi, sum stjúkmóðurin kastaði á teir, meðan teir enn vóru børn. Ein minnilig søga um hvussu tað ónda hóast alt kundi gerast til einkis, um bara onkur var, ið tordi og orkaði at stríðast ímóti, í hesum føri ikki nakar prinsur, men ein ung genta.

   Við kjølfestu í hesum upplivingum var frásøgan, sum systir Maria gav okkum 8-9 ára gomlu nonnuskúlabørnum av søguni um Remi, einki minni enn ein náðigáva í mínari verð. Henda franska skaldsøgan Frændaleysur, 1878, eftir rithøvundan Hector Malot, ið seinni kom út á føroyskum og var um smádrongin Remi, ið fosturpápin seldi Vitalisi, einum gomlum, ferðandi spælimanni, sum tíbetur var bæði barngóður og gløggur, og sum, hóast hann eisini var blóðfátækur og ofta illa viðfarin, átti bæði hundar, apu og lírikassa og eisini lærdi Remi at lesa og spæla á hørpu.
   Eitt brot varð lisið hvønn dag við hendingum og løtum, sum við hvørt vóru sera hugfarsligar og vakrar, men við hvørt so út av lagi ringar og órættvísar, at eg mangan græt, tá ið eg kom heim. Men so var endin kortini so góður, at Remi langt um leingi fann ta røttu mammu sína aftur. 

   Nakað seinni las eg sjálv ta norðursvensku barnabókina Børnene fra Frostmofjældet, eftir Lauru Fitinghoff, men á donskum. Søguna um tann foreldraleysa 13 ára gamla Anders og tey seks yngru systkin hansara, sum í 1860´unum eftir fellisár og hungursneyð flýddu norðaneftir úr heimbygdini undan fátækrahúsinum, einsamøll saman við geitini Gullhorn, tvørtur ígjøgnum villini skógir og yvir kavaklødd fjøll, langar leiðir suður ígjøgnum Svøríki til meiri livilig støð. Ein ikki minni døkk og lagnutung ferð, sum tey so við og við av egnum ávum og av næstrakærleika frá øðrum, at enda og hóast allan mótburð, kortini komu heilsskapað burturúr, øll somul.
   Hetta var ein hendingarík og kenslufylt søga um trúfesti og sorg, um samanhald og umsorgan og ikki minst um viljan til at hóra undan og at liva. Ein bók, sum, hóast hon tóktist gerandisliga sonn og mangan fór sendandi beint í tárakeldurnar, eisini var vøkur og ótrúlig sum eitt rættiligt ævintýr.

   Laura Fitinghoff verður mett sum ein tann besti barnabókahøvundur Svøríkis í sínari tíð og eisini sum undangongufólk hjá Astrid Lindgren. Henda bók hennara var tann barnabókin í Svøríki, sum fyrst av øllum varð gjørd um til film - og vist eisini nýtt í stríðnum ímóti drykkiskapi.



Aftur