13 í longsli

Ein skakandi og hjartanemandi søga um Astrið, sum eigur ein beiggja, sum hevur tikið lívið av sær.

Rithøvundur: Anne Christine Østby

Týðari: Juli Fagerland

Myndir:

Útgávuár: 2007

Upprunamál: norskt

Evni: sorg, sjálvmorð

Síðutal: 194

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99918-1-568-8




Ein skakandi og hjartanemandi søga um Astrið, sum eigur ein beiggja, sum hevur tikið lívið av sær.
Í hesari fjøltáttaðu søguni má Astrið stríðast fyri at fóta sær aftur og at fyrigeva. Familja hennara ber uppá nógvar loynidómar. Skuldarkenslurnar gera tað tungt at liva víðari, men tað ber til, hóast alt kennist fullkomuliga meiningsleyst.
Vón er altavgerandi, og lesarin verður hugtikin av tí lívshugi, Astrið hevur, tá ið alt talar fyri, at hon átti at mist hugin at liva.
Ummælarar hava lagt dent á, at styrkin í bókini er, at rithøvundurin dugir so væl at lýsa evni sum deyða, kærleika, familjulív, ótrúskap og sosialan ójavnað.


Aftur