Anselmo - barnahermaðurin

Í bókini fylgja við systkjunum Anselmo og Lucindu, sum verða rænd av geriljahermonnum, tá ið teir leypa á bygdina, har børnini búgva.

Rithøvundur: Mecka Lind

Týðari: Jacob Meinhard Sólbjørg

Myndir: Ola Nyberg

Útgávuár: 2007

Upprunamál: svenskt

Evni: barnhermenn, kríggj, Mosambik

Síðutal: 192

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99918-1-581-7




Bókin er ætlað ungum og er grundað á eitt fyribrigdi, sum tíanverri er sera vanligt: Hetta, at tú fært børn at kríggjast í bardaga, sum vaksin hava ábyrgd av.
Í bókini fylgja við systkjunum Anselmo og Lucindu, sum verða rænd av geriljahermonnum, tá ið teir leypa á bygdina, har børnini búgva.
Søgan gongur fyri seg í Mosambik og lýsir tíðina, tá ið borgarakríggj herjaði har.
Hon er eisini fyri stóran part um at koma fyri seg, eftir at alt er av, at gerast heil aftur, aftaná at hava verið noydd at dripið onnur og verið við til so mangt ótespiligt, sum kann fáa ein hvønn at missa alla vón.
Søgan er í stuttum um tann drúgva, torføra vegin aftur til friðin.


Aftur