Askur og Embla

Tekstur á vinstru síðu og svørt/hvít mynd á høgru síðu. Ein øðrvísi stuttskaldsøga, har tú fært eina kenslu av at lesa eina teknisøgu.

Rithøvundur: Per Nilsson

Týðari: Høgni Mohr

Myndir: Daniel Ahlgren

Útgávuár: 2006

Upprunamál: svenskt

Evni:

Síðutal: 204

Slag: heft við klaffum

ISBN: 99918-1-503-1




Askur og Embla handlar um ein bonk, ein drong og eina gentu í einum lítlum býi á einum torgi aftan fyri standmyndina av Aski og Emblu. Drongurin byrjar at byggja heimar; at fantasera er at byggja heimar við sær sjálvum í høvuðsleiklutinum. Og í øllum ævintýrum við tær sjálvum í høvuðsleiklutinum endar alt lukkuliga. Skálkarnir fáa tað, teir hava uppiborið, hetjan verður fagnað og mussað…
Tekstur á vinstru síðu og svørt/hvít mynd á høgru síðu. Ein øðrvísi stuttskaldsøga, har tú fært eina kenslu av at lesa eina teknisøgu.
Askur & Embla er skjót og løtt at lesa


Aftur