At temja apuna

Tá ið Jessica var trettan ár, hitti hon apuna.

Apan var innan í henni: ein eggjandi, brennandi rødd, sum sigur henni, at tað at vera kløn er einasti háttur at gerast trygg, at gerast viðurkend og framm um alt at flýggja undan vaksnamannaárunum, ið standa og hótta fyri framman. Jessica aktaði og apan svølgdi hana.

 

Rithøvundur: Judith Fathallah

Týðari: Malan Háberg

Myndir:

Útgávuár: 2008

Upprunamál: enskt

Evni: etingarólag, sálarsjúka

Síðutal: 238

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99918-1-647-0




Hvat er anorexia nervosa?

Flestu okkara halda okkum vita.

Flestu okkara kenna kend fólk við sjúkuni; vit kenna teknini, vit hava kanska onkra meining um, hví tú fært sjúkuna, ja kanska onkur eisini øvundar eitt sindur hetta at kunna stýra tí at gerast kløn/klænur.
Men hjá rithøvundanum, sum tá var trettan ára gomul, var anorexia ein rødd innaní, ein apa á herðunum, ein apa, ið áhaldandi fanst at henni og segði, at hon var feit, og at einasti máti at gerast eydnusom var at svølta seg.

Jess, sum er høvuðspersónurin í skaldsøguni, lurtar eftir røddini, og tað gera tíverri mangar aðrar gentur og dreingir, og røddin drap hana, næstan.
Skaldsøgan lýsir gongdina fram móti leking, stríðið móti ikki at gerast eitt deyðstal í statistikkinum. Og so við og við kemur hon eftir, at hon vil liva og at hjálpa øðrum at liva við at siga frá hesum henni hevði verið fyri.

At temja apuna er ein upplyftandi skaldsøga, skrivað av ungari gentu og grundað á egnu royndir hennara.

 


Aftur