Barsakh

Ein søga, sum viðger eitt evni, sum er aktuelt: um støðuna hjá flóttafólkum

Rithøvundur: Simon Stranger

Týðari: Juli Fagerland

Myndir: Egil Haraldsen/Ellen Lindeberg

Útgávuár: 2014

Upprunamál: norskt

Evni: flóttafólk

Síðutal: 146

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99972-0-081-5




Barsakh er søgan um tvær verðir, sum koma saman.

Um fimtan ára gomlu Emiliu úr Noregi og átjan ára gamla Samuel úr Ghana.

Emilia er og ferðast við familjuni á Kanariuoyggjunum, og ein dagin, hon er farin at renna, sær hon ein bólk av flóttafólkum umborð á einum báti. Hetta eru menniskju, sum hava ofrað alt fyri at kunna byrja eitt nýtt og betri lív í Europa. Eitt av hesum fólkunum er Samuel.

Skjótt skal lív teirra broytast fullkomiliga.

 

Uppgávur:

Til næmingin

Til læraran


Aftur