Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel fara úr pappeskjuni

Ein fitt søga um at leita eftir onkrum, sum vil vera góður við teg ella eftir meiningini við tilveruni

Rithøvundur: Ragnar Hovland

Týðari: Randi Kúrberg

Myndir: Peter Schössow

Útgávuár: 2010

Upprunamál: norskt

Evni:

Síðutal: 114

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-773-6




Bjørnin Alfred og hundurin Sámuel vakna ein morgun á loftinum og eru burturgloymdir í einari pappeskju. Har liggja teir saman við øðrum kloddutum toydýrum.

Spakuliga fara teir at minnast eitt sindur av tí, sum hendi Fyrr í Tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song, og ein, sum æt Gerhardsen, var fittur við øll smádýr.
Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini og kanska Gerhardsen?
Á ferðini verða teir vísir í einum: Aftur í pappeskjuna skulu teir ikki!


Aftur