Eg busti tenn

Tað skal vera stuttligt at busta tenn!

Litføgur bók um at busta tenn, at eta heilsugóðan mat og um at fara til tannlækna.
 

Rithøvundur: Dawn Sirett

Týðari: Pauli Hansen

Myndir: Howard Shooter

Útgávuár: 2008

Upprunamál: enskt

Evni: tenn, heilsa

Síðutal: 10

Slag: pappbók

ISBN: 978-99918-1-604-3




Bókin Eg busti tenn! er ætlað børnum, frá tí tey eru heilt smá, og leggur dent á, at tað skal vera stuttligt at halda tenninar reinar. Hon er grundað á 4 tannráð:
• at busta tenn væl og virðiliga tvær ferðir um dagin,
• at busta minst tveir minuttir hvørja ferð,
• ikki at eta søtt ímillum máltíðirnar
• og at fara regluliga til tannlækna.

 
Eitt kort fylgir við bókini, har barnið kann klistra eina stjørnu í, hvørja ferð tað ger eftir ráðunum, og tá ið kortið er fult, fær tað eitt dinasuaramerki.
Teksturin ber uppá rím, og myndirnar eru nógvar og litríkar.
Tilsamans skuldi hetta verið ein bók, sum gjørdi tað, sum hjá nógvum foreldrum mangan er eitt stríð, til nakað stuttligt.


Aftur