Eg var ein rotta

Tankavekjandi bók eftir kendan høvunda.

Rithøvundur: Philip Pullman

Týðari: Jákup Sørensen

Myndir: Peter Baily

Útgávuár: 2009

Upprunamál: enskt

Evni: slatur, øðrvísi

Síðutal: 188

Slag: heft

ISBN: 978-99918-1-685-2




Eg var ein rotta!

Soleiðis sigur Roger. Kanska er tað rætt.

Men hvat er hann so nú?

Eitt ræðuligt skrímsl, sum herjar í kloakkunum?

Tað siga bløðini.

Ein vanskapningur, sum hoyrir heima í einum sirkusi?

Tað heldur harra Tapscrew.

Ein løgin snigil?

Tað vónar Billy.

Ella bara ein púra vanligur smádrongur, sum ber seg eitt sindur løgið at?

 

Bara trý fólk trúgva honum. Bara eitt teirra veit, hvør Roger er í veruleikanum.


Aftur