Flogmaður

Conor Broekhart var føddur til at flúgva. Ella rættari sagt, so var hann føddur á flogi. Tað kann tí valla undra, at hann gjørdist tann, hann gjørdist.

Rithøvundur: Eoin Colfer

Týðari: Bergur Rasmussen

Myndir:

Útgávuár: 2009

Upprunamál: enskt

Evni:

Síðutal: 392

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99918-1-732-3




Í 1890 árunum búgva Conor og familja hansara í kongaríkinum Saltoyggjunum uttan fyri írsku strondina. Saman við lærumeistara sínum granskar Conor flúgvitøkni og ger annars rannsóknarferðir á borgini saman við kongsdóttrini, Isabellu. Men teir sorgleysu dagarnir fáa bráðan enda tann dagin, hann kemur fram á eina samansvørjing móti kongi. Tá ið Conor roynir at forða fyri hesum, verður hann skýrdur svíkjari og fongslaður á Lítlu Saltoy. Har noyðist hann at stríðast fyri lívi sínum, meðan hann og hinr fangarnir verða noyddir at grava eftir diamantum í ómenniskjaligum umstøðum.
Bert ein máti er at sleppa burtur av Lítlu Saltoy, og tað er at flúgva. Conor brúkar alla tíðina, hann er í fangatippinum, at gera ætlanir fyri at byggja eina flúgvandi maskinu, og einaferð noyðist Conor at hava álit á, at kollveltandi flogútbúnaðurin skal vera ført fyri at halda honum á flogi.

Fyri at bjarga familju sínari og at rætta ein ræðuligan skeivleika noyðist Conor at verða fyrstur at røkka dreyminum at flúgva.


Aftur