Harry Potter og eldbikarið - 4

Voldemort, tann óndi gandakallurin, ið drap foreldrini hjá Harry, sum er afturíafturkomin, og fremur enn eina illgerð. Harry er í summarfrítíð, tá ið søgan byrjar og gleðir seg at fara aftur til Hogwarts at ganga í skúla.

Rithøvundur: J. K. Rowling

Týðari: Malan Háberg

Myndir: Warner Bros

Útgávuár: 2002

Upprunamál: enskt

Evni: fantasy

Síðutal: 578

Slag: innbundin

ISBN: 99918-1-333-0




Voldemort, tann óndi gandakallurin, ið drap foreldrini hjá Harry, sum er afturíafturkomin, og fremur enn eina illgerð. Harry er í summarfrítíð, tá ið søgan byrjar. Harry gleðir seg at fara aftur til Hogwarts at ganga í skúla. Nakað serligt er á skránni í ár: Heimsmeistararskapurin í quidditch er í Onglandi, og Arthur Weasly, pápi Ron, hevur skaffað teimum øllum atgongumerki til finaludystin. Fosturfaðirin játtar Harry at sleppa við Ron og teimum, men tað er ikki við góðum vilja… Quidditchmeistaraskapurin gerst ein ógloymandi uppliving, ikki minst tí myrkursins gandakallar nýta høvi at føra seg fram.
Nakað serligt er á vási í Hogwarts í ár: ein loyndarfull kapping, sum tveir aðrir skúlar taka lut í. Harry og øll hini fáa onki at vita, fyrr enn tey eru komin á skúlan. Brátt snýr alt tosið seg um kappingina, og samstundis gera Voldemort og hansara fólk alt meira um seg.

 


Aftur