Hevnd

Hevnd er ein sera spennandi krimisøga um, hvør ið tordi at gera seg inn á Ahmed Sirr.

Rithøvundur: Mats Wahl

Týðari: Jákup í Skemmuni

Myndir: Pelle Kronestedt

Útgávuár: 2005

Upprunamál: svenskt

Evni: krimi

Síðutal: 252

Slag: heft við klaffum

ISBN: 99918-1-461-2




Hevnd er ein sera spennandi krimisøga um, hvør ið tordi at gera seg inn á Ahmed Sirr. Hon er eisini viðkomandi og sera aktuell. Her rillar trúgvin á Gud, her bylgist hugurin at fáa hevnd, og her trívist fremmandahatur.
Í hesum meldrinum skulu Fors og starvsfelagar hansara royna at fáa skil í galskapinum og finna útav, hvør drap Ahmed Sirr og hví.


Aftur