Hvassi 7 - Kvetti bondini

’Hevndin er ikki søt. Hon er bara neyðug.’

Í hesi sjeyndu og næst seinastu bókini sigur Hvassi loksins frá øllum tí, hann hevur verið fyri í uppvøkstrinum.

Rithøvundur: Tim Bowler

Týðari: Bergur Rasmussen

Myndir:

Útgávuár: 2012

Upprunamál: enskt

Evni:

Síðutal: 142

Slag: heft

ISBN: 978-99918-1-965-5




Hann sigur frá øllum svikinum. Alt verður avdúkað fyri mammu og abba Becky, Poppa. Men Poppa vil hava hann at geva seg yvir, tí sum hann sigur:

”Tú hevur gjørt nakað ringt, og tað mást tú standa til svars fyri. Men tú hevur eisini gjørt okkurt gott. Tað mást tú ikki gloyma.”

Tað byrjar at verða truplari og truplari at renna undan. Men enn er ymiskt, Hvassi skal hava frá hondini, áðrenn hann er til reiðar at geva seg yvir …


Aftur