Mánalýsi


Mánalýsi er ein nútímans krimisøga fyri børn. Hon hevur støði í gerandisdegnum hjá føroyskum børnum og er sera skemtilig og hevur ein óvæntaðan enda, soleiðis sum vanligt er í krimisøgum.
 

Rithøvundur: Elin á Rógvi

Týðari:

Myndir: Janus Guttesen

Útgávuár: 2007

Upprunamál: føroyskt

Evni: krimi

Síðutal: 94

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-577-0




Mánalýsi er ein nútímans krimisøga fyri børn. Hon hevur støði í gerandisdegnum hjá føroyskum børnum og er sera skemtilig og hevur ein óvæntaðan enda, soleiðis sum vanligt er í krimisøgum.
Í stuttum er søgan um systkini Bjarka og Birnu og vinmannin André.
Viðurskiftini millum systkini er sum hjá so mongum: Tey klandrast eitt sindur, eldri beiggin argar systrina og roynir at øsa hana upp. Pápin og mamman eru skild og børnini búgva saman við mammuni og skulu viðja pápan í vikuskiftum.
Tað, sum ger bókina so spennandi, er, at ein málningur verður stolin úr Smiðjuni í Lítluvík. Eitt mál sum børnini í felag fáa loyst.
Og tað sum ger bókina viðkomandi er, at til ber hjá børnum at kenna seg aftur í henni: Hon gongur fyri seg í Havn beint nú, hon er um trupulleikar við at noyðast at deilast um børnini og eisini um kenslurnar, sum børnini hava av skilnaði og at noyðast at laga seg til broyttar umstøður. Hon er um viðurskifti millum systkin, og hon er um at vera fremmandur í Føroyum.
Samanumtikið ein bæði spennandi, væl skrivað og viðkomandi bók frá einum lovandi debutanti.
Mánalýsi vann norðurlendsku kappingina at skriva barnabók. Kappingini var fyriskipað av rithøvundafeløgunum í teimum trimum londunum saman við felagsskapinum Nordbok. Hon er komin út samstundis á donskum, grønlendskum og á sámiskum.


Aftur