Onki

Bókin er ein eksistentiel frásøga um meiningina við lívinum ella heldur vantandi meiningina við lívinum.
 

Rithøvundur: Janne Teller

Týðari: Oddfríður M. Rasmussen

Myndir:

Útgávuár: 2013

Upprunamál: danskt

Evni: meiningsloysi

Síðutal: 162

Slag: heft

ISBN: 978-99918-74-72-2




Tað er vegna meiningsloysi, at Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokk, fer upp í eitt træ at seta seg og at tveita blommur eftir floksfeløgunum og eisini at tveita uppáhald niður yvir tey um, at onki hevur týdning.
   Tá ið Pierre Anthon reisir seg upp í flokkinum og fer, letur hann hurðina standa á gloppi, og harvið hevur hann bjóðað hinum av:

 

'Hurðin smíltist. Hetta var fyrstu ferð, eg sá hana gera tað. Pierre Anthon læt hurðina standa á gloppi sum ein grínandi gákur, ið kundi gloypa meg, læt eg meg freista til at fara aftan á honum út. Hvønn smíltist hon til? Til mín, til okkum? Eg hugdi runt í flokkinum, og tann tunga kvirran segði mær, at hini eisini høvdu lagt hetta til merkis.'

 

Hetta egið, sum sigur frá, er gentan Agnas, og saman við hinum floksfeløgunum fara tey undir eitt satt sisofysarbeiði at savna saman prógv fyri, at okkurt hevur týdning. Endamálið er sjálvsagt at fáa Pierre Anthon niður úr blommutrænum.
 


Aftur