Oyggin í havinum

Fyrsta av fýra bókum um systrarnar Steffi og Nelli, sum noyðast at flýggja úr eysturríki undan nasistunum.

Rithøvundur: Annika Thor

Týðari: Karl N. Hansen

Myndir: Alexandra Kern

Útgávuár: 2001

Upprunamál: svenskt

Evni: kríggj, flóttar

Síðutal: 222

Slag: heft við klaffum

ISBN: 99918-1-268-7




Systrarnar Steffi og Nelli verða sendar úr Wien í Eysturríki, tá ið nasistarnir av álvara fara at leggjast á jødarnar í býnum. Tær verða skildar frá mammu og pápa sínum, og Steffi, sum er 12 ár, lovar at ansa eftir lítlusystrini.

Umborð á skipinum uggar Steffi Nelli og sigur henni frá summarbýnum við sandstrondum og pálmatrøum, har tær bara skulu ferðast. Í staðin enda tær á einari oyggj í skergarðinum við Gøteborg, og har er onki, sum tær høvdu ímyndað sær tað. Her er bara hav og grót, neyst og útróðrarbátar. Her luktar av fiski, og ongin dugir teirrra mál.

Her skulu tær búgva, við heimsins enda.

Á einari oyggj í havinum.


Aftur