Sandor/Ida

Sandor/Ida nemur við nógvar trupulleikar, ið eyðkenna tannáringaárini.
Bókin er um Sandor og Idu, bæði 15 ára gomul, sum búgva í hvør sínum stórbýi.
Bæði kenna seg einsamøll og sakna onkran at tosa við.

Rithøvundur: Sara Kadefors

Týðari: Hjalmar P. Petersen

Myndir: Pompe Hedengren

Útgávuár: 2003

Upprunamál: svenskt

Evni: happing, tolsemi

Síðutal: 275

Slag: heft við klaffum

ISBN: 99918-1-348-9




Sandor/Ida nemur við nógvar trupulleikar, ið eyðkenna tannáringaárini.
Bókin er um Sandor og Idu, bæði 15 ára gomul, sum búgva í hvør sínum stórbýi.
Bæði kenna seg einsamøll og sakna onkran at tosa við. Sandor býr í Gøteborg, dansar ballett og verður illa argaður og hevur ilt við at finna sær vinir.
Ida er ein rættilig stórbýargenta. Hon er kul og ógvuliga væl umtókt millum dreingirnar. Men mamma hennara er sálarliga sjúk, og Ida kennir seg ógvuliga einsamalla. Hóast ógvuliga ymisk finna tey saman á internetinum í einum kjattrúmi.
Sandor og Ida byrja at skriva saman og gerast sálarvinir. Bæði eru tey kedd av lívinum og vilja broyta tað…
Evnini í bókini verða lýst úr sjónarhorninum hjá Sandori og Idu. Hvussu fer at gangast Idu, sum fær fyllubytturnar at keypa brennivín fyri seg í rúsdrekkasøluni? Hvussu fer at gangast Sandori, sum satsar alt upp á dansin, tí tað er stóri dreymurin hjá mammu hansara?

 


Aftur