Sangbók til skúlabrúks

Sangbók til skúlabrúks, eisini nevnd Starabókin, kom upprunaliga út í 1965. Tað vóru tveir lærarar í Klaksvík sum løgdu fyrstu útgávuni til rættis: Sámal Petersen og J. Símun Hansen. Fridtjof Joensen teknaði staran á permuni, sum enn prýðir permuna og hevur givið bókini heitið Starabókin.

Rithøvundur:

Týðari:

Myndir: Fridtjof Joensen/Regin Debess

Útgávuár: 2012

Upprunamál: føroyskt

Evni: sangur

Síðutal: 89

Slag: heft

ISBN:




Sangbók til skúlabrúks, eisini nevnd Starabókin, kom upprunaliga út í 1965. Tað vóru tveir lærarar í Klaksvík sum løgdu fyrstu útgávuni til rættis: Sámal Petersen og J. Símun Hansen. Fridtjof Joensen teknaði staran á permuni, sum enn prýðir permuna og hevur givið bókini heitið Starabókin.
Í 1989 gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út aðru og øktu útgávuna. Knút Olsen skipaði fyri sangunum, sum vórðu lagdir afturat. Regin Debess prýddi hesa útgávuna við smámyndum. Bókin er sera væl umtókt, bæði heima og í skúla.
Síðani er sangbókin komin út í 1999, 2006 og 2012.
Í bókini eru nakrir av okkara kendastu barnasangum, 78 í tali, bæði eldri klassiskir sangir sum t.d. Hans A. Djurhuus hevur skrivað og nýggir sangir: T.d. Eg átti mær ein grønan bil, Góða mamma, eg vil sova, Snar, Í ánni siglir skipið mítt, Másin sigur pli, pli, pli, Veturin kom við kulda og kava o.m.a.


Aftur