Seint í novembur

Tað er heyst í Mumidali. Fyri tey, sum koma hagar, sær alt øðrvísi út, ikki rættiliga sum tey høvdu hugsað sær.

Rithøvundur: Tove Jansson

Týðari: Karl N. Hansen

Myndir: Tove Jansson

Útgávuár: 2014

Upprunamál: svenskt

Evni: mumitrøll, mumidalur

Síðutal: 181

Slag: innbundin

ISBN: 978-99972-0-067-9




Mumifamiljan tykist ikki vera við hús.Tey, sum eru samankomin í tóma húsinum, mugu royna at búgva og liva saman sum frægast. Tað eru Filifjonkan og Heimilin, Mymlan, Gubbabloytan og lítli homsin Toft. Langt burturi kemur Mumrikur til gongu aftur í dalin, har hann hevur mist okkurt ógvuliga týdningarmikið. Úti í urtagarðinum liggur bláa glaskúlan á steyranum og speglar stórar broytingar, meðan mjørkin gerst tjykkri rundan um tey. Og so at enda eitt kvøldið fer eitt heilt lítið, men støðugt ljós at lýsa inni í kúluni.


Aftur