Teir fýra berskøllutu menninir

Átta ævintýr, ið fara fram í asiatisku londunum: Maleisia, Pakistan, Korea, Teilandi, Kampodja, Burma, Bangladesh og India.

Rithøvundur:

Týðari: Niels Nattestad

Myndir: ymisk

Útgávuár: 1981

Upprunamál: enskt

Evni: ævintýr

Síðutal: 61

Slag: innbundin

ISBN:




Tey átta ævintýrini fara fram í asiatisku londunum: Maleisia, Pakistan, Korea, Teilandi, Kampodja, Burma, Bangladesh og India.
Grundstøðið í ævintýrinum er tann fremmanda og ymisliga mentanin, tey fjølbroyttu landsløgini, fjøllini og rísmarkirnar. Tey eru um vill djór í frumskóginum, um vanligar fuglar og sagnarfuglar, um ríkar kongar og fátækafólk. Tey eru eisini um tað góða og illa, klókskap og býttiskap, eydnu og óeydnu.
Hóast ævintýrini eru frá einari aðrari mentan enn okkara, eru tey løtt at skilja og hava eyðkenni ,sum føroysk børn og vaksin kennast við.


Aftur