Teir horvnu víkingarnir

Rakettbrøðurnir Jónatan og Kristoffur fara við foreldrunum til Føroyar í eina viku, og har hendir bæði eitt og annað, sum fær teir at halda, at hetta landið er alt annað enn keðiligt!

Rithøvundur: Preben Dahl

Týðari: Ingi Samuelsen

Myndir: Peter Heydenreich

Útgávuár: 2013

Upprunamál: danskt

Evni: fornfrøði, víkingar

Síðutal: 162

Slag: heft

ISBN: 978-99972-0-000-6




Leitingin eftir einum horvnum víkingaskipi byrjar, tá ið Jónatan Dam av óvart avdúkar, at ein gomul skrøggsøga kann vera sonn. Tað elvir til kapping millum ágrýtnar fornfrøðingar og ein skattaveiðara, ið dámar væl dynamitt. Samstundis mugu “Rakettbrøðurnir” Jónatan og Kristoffur Dam fara við foreldrunum til Føroyar í heystfrítíðini. Teir halda, at teir skulu hugna sær har í eina viku, men gerast nógv klókari, tí áðrenn teir vita av, snýrt alt seg um at finna eitt horvið víkingaskip.


Aftur