Tú og eg og allur heimurin 3

Triðja bókin í røðini um Rósu, sum dámar væl at spæla gittara og verður forelskað í heilum

Rithøvundur: Måns Gahrton/Johan Unenge

Týðari: Jónvá Danielsen

Myndir: Johan Unenge

Útgávuár: 2010

Upprunamál: svenskt

Evni:

Síðutal: 127

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-812-2




Endiliga hevur Rósa hitt ein, sum skilir hana.

Tað var næstan sum gandur, tá ið Robbi kom inn um hurðina á skriviskeiðnum. Tað broytti alt. Fyrr hevði Rósa hildið, at tónleikurin var tað týdningarmesta av øllum í einum sangi, men nú veit hon, at teksturin er alt. Tað sigur Robbi so. Og alt, sum hann sigur, kenst knappliga øgiliga týdningarmikið.
Og Villi er so barnsligur, tá ið hann setur uppá, at tey skulu spæla trídyst. Tað var jú, tá ið tey vóru lítil, at sovorðið var stuttligt. Ikki nú, tá ið hon kanska sleppur at skriva tekstir til eitt rættiligt hipp-hopp orkestur. Og kanska kann Robbi gerast fyrsti rættiligi sjeikurin hjá Rósu ...


Aftur