Vandamikið hásummar

Fjórða bókin í røðini um mumitrøllini í Mumidali

Rithøvundur: Tove Jansson

Týðari: Karl N. Hansen

Myndir: Tove Jansson

Útgávuár: 2011

Upprunamál: svenskt

Evni: mumi

Síðutal: 146

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-858-0




Søgan fer fram nakrar heitar dagar í juni. Eldgoysandi fjallið kvaklast við og Mumidalurin er hóttur av einari vatnflóð. Tá ið bara tað ovasta á Mumihúsinum er uppi yvir vatnskorpuni, noyðast tey at flýggja. Tey enda í einum leikhúsi, sum kemur flótandi framvið.
Í leikhúsinum býr rottan Emma, sum als ikki er væl við mumitrøllini, av tí at hon heldur tey vita alt ov lítið um sjónleik.
 


Aftur