Vársalat

Pixi-bók við ævintýri eftir brøðurnar Grimm

Rithøvundur: Brøðurnir Grimm

Týðari: Marna Jacobsen

Myndir: Michael Beyer

Útgávuár: 2011

Upprunamál: týskt

Evni: ævintýr

Síðutal: 24

Slag: heft, pixi

ISBN: 978-99918-1-881-8




Eini hjún fáa eitt barn, sum tey hava lovað einari kelling afturfyri, at konan hevur fingið vársalat frá henni.

Kellingin fer av stað við barninum, sum er ein genta, og læsir hana inni uppi í einum torni.

Hárið á gentuni veksur so nógv, at kellingin kann brúka tað at klintra upp í tornið.

Ein dagin kemur ein kongssonur framvið, sum hoyrir gentuna syngja uppi í torninum, og hann vil so gjarna sleppa at síggja, hvør eigur hesa vøkru røddina ...


Aftur