Viðarlundir í Føroyum

Í 1914 vóru fyrstu trøini, sprottin úr heimligari gróðurstøð, plantað í Tórshavn, Hoydølum, Selatrað og Kunoy.

Rithøvundur: Birgit Jacobsen

Týðari: Martin R. Jacobsen, Anne Bloch, David Robinson

Myndir: ymisk

Útgávuár: 2014

Upprunamál: danskt

Evni: skóg, viðarlund, náttúra

Síðutal: 68

Slag: heft

ISBN: 978-99972-0-078-5




Bókin er ein brellbiti av flottum myndum úr tólv viðarlundum í Føroyum.

Á luftmyndum síggja vit, hvar tær ymsu viðarlundirnar liggja, umframt at vit fáa at vita stødd, hvør eigur, um hon er skógfriðað og mangt annað.

Tað er ikki nógvur tekstur í bókini, men ein hópur av myndum, bæði av sjálvum viðarlundunum og av ymiskum vøkstri, sum trívist har.

Eisini verður aftast greitt eitt sindur frá um nýtsluvið í Føroyum.

Hetta er hent handbók at hava við sær, tá vitjað verður í viðarlundunum.


Aftur