Opið hav

Annika Thor

Fjórða og seinasta bókin í røðini um jødagenturnar, Steffi og Nelli, sum foreldrini sendu til Svøríkis, eftir at nasistarnir vóru farnir at gera seg inn á jødarnar í Wien.
 

Fjórða og seinasta bókin í røðini um jødagenturnar, Steffi og Nelli, sum foreldrini sendu til Svøríkis, eftir at nasistarnir vóru farnir at gera seg inn á jødarnar í Wien.
Endiliga kemur várið 1945, og kríggið endar. Steffi fær studentsprógv og noyðist nú at velja, hvar hon ætlar sær at vera. Skal hon vera verandi í Svøríki saman við lítlusystrini, skal hon fara til Wien ella kanska til Amerika at leita eftir næstringum? Hjá Nelli er valið nógv lættari. Hon vil helst vera verandi í Svøríki hjá fosturforeldrum sínum. Men hvat siga tey? Kanska eigur hon at verða saman við Steffi og pápanum - um hann er á lívi.
  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2003
  • Annika Thor
  • Karl N. Hansen
  • svenskt
  • Alexandra Kern
  • krígsbørn
  • 218
  • heft við klaffum
  • 99918-1-357-8