Tsatsiki og mamman

Fyrsta bókin í røðini um dreingin Tsatsiki.

Rithøvundur: Moni Nilsson

Týðari: Bergur Rasmussen

Myndir: Sarah Sheppard

Útgávuár: 2016 (2001)

Upprunamál: svenskt

Evni:

Síðutal: 180

Slag: heft

ISBN: 978-99972-0-236-9




Tsatsiki hevur ongantíð hitt pápa sín, ið fiskar høgguslokk niðri í Grikkalandi. Men tað ger minni, tí hann hevur mammuna.

Tá ið Tsatsiki fer í skúla, gerast hann og Per Hammar bestu vinir í verðini. Og næstan samstundis verður hann  góður við Mariu Grynwall. Hvørja ferð hon hyggur at honum, fær hann summarfuglar í búkin.

Ein søga bæði til gamans og álvara um Tsatsiki og óvanligu mammu hansara.


Aftur