Tsatsiki og pápin

Onnur bókin um dreingin Tsatsiki

Rithøvundur: Moni Nilsson

Týðari: Bergur Rasmussen

Myndir: Sarah Sheppard

Útgávuár: 2016 (2001)

Upprunamál: svenskt

Evni:

Síðutal: 173

Slag: heft

ISBN: 978-99972-0-237-6




Endiliga skulu teir hittast, Tsatsiki og pápi Høgguslokkafiskari. Tá Tsatsiki fær summarfrí, fara mamman og hann til Grikkalands. Tað rumblar øgiligt í búkinum á Tsatsiki. Hugsa tær, um pápi Høgguslokkafiskari als ikki er, sum ein rættur pápi eigur at vera?

Tað gongur við rúkandi ferð í vinsælu og stuttligu søguni um Tsatsiki. Hann leggur til merkis, at gentur kunna mussa, so at tú kennir tað niður í tærnar, og at tú ongantíð kanst líta fult og heilt á nakran, enn ikki tín besta vin.


Aftur