Bara Tsatsiki

Triðja bókin í røðini um dreingin Tsatsiki

Rithøvundur: Moni Nilsson

Týðari: Bergur Rasmussen

Myndir: Sarah Sheppard

Útgávuár: 2016 (2002)

Upprunamál: svenskt

Evni:

Síðutal: 166

Slag: heft

ISBN: 978-99972-0-238-3




Tsatsiki gongur í triðja flokki, og nú hevur hann bæði mammu og pápa. Nei, bíða, hann hevur tveir pápar, Göran við hús og pápa Høgguslokkafiskara í Grikkalandi.

Orkestrið hjá Tsatsiki og Per Hammar er væl umtókt í skúlanum, tí bæði Maria Grynwall og Sára vilja ganga saman við Tsatsiki, og hann veit ikki síni livandi ráð.

Og meðan hinir dreingirnir fyrst og fremst velja fótbóltin sum frítíðarítriv, hevur Tsatsiki valt at dansa …


Aftur