Tsatsiki og kærleikin

Fjórða bókin um dreingin Tsatsiki

Rithøvundur: Moni Nilsson

Týðari: Bergur Rasmussen

Myndir: Sarah Sheppard

Útgávuár: 2016 (2002)

Upprunamál: svenskt

Evni:

Síðutal: 153

Slag: heft

ISBN: 978-99972-0-239-0




Tsatsiki skal byrja í fjórða flokki eftir summarfrítíðina, men fyrst skal hann vitja pápa Høgguslokkafiskara í Grikkalandi. Tá ið Dimitrisabbi doyr, er tað gott, at systkinabarnið Elena er har, tí hon finnur upp á nakað, so Tsatsiki næstan gloymir at vera keddur.

Tá ið Tsatsiki kemur heim aftur, gerast hann og Per Hammar blóðbrøður, og Tsatsiki dugir betur og betur at standa á rullufjøl. Sjálvt um hann ongantíð fer at duga so væl sum Per Hammar. Men tað ger einki, ikki so leingi, sum Sára heldur, at hann dugir øgiliga væl.

Og búkurin á mammuni verður størri og størri, og skjótt verður Tsatsiki stóribeiggi!


Aftur