Dreingirnir

Jessica Schiefauer

Dreingirnir er ein lýsing sum eingin onnur av tannáringum. Hon sameinir tað strævna í gerandisdegnum við tað vakra og gandakenda í eini søgu um uppvøkstur, broyting, kærleika og vinalag.

Um dagin gera dreingirnir seg inn á Kim og vinkonur hennara, Bellu og Momo, men um næturnar drekka tær nektar úr einari ótrúligari blómu, sum broytir tær til dreingir.

Kim vil hava meira av frælsinum, ið hon upplivir í dreingjakroppinum og verður sum drongur hugtikin av Tony. Sambandið teirra millum verður merkt av spenningi og freistingum, og Kim verður drigin inn í ein heim, sum verður villur og vandamikil.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2019
  • Jessica Schiefauer
  • Jákup í Skemmuni
  • svenskt
  • Sofia Scheutz (perma)
  • ung, broyting, kyn, kynssamleiki, feminisma
  • 180
  • heft við klaffum
  • 978-99972-0-470-7