Hvønn morgun stakk systir mín bróstini í ísakalt vatn fyri at gerast vøkur

Bjørn Sortland

Seytjan ára gamla Mariam býr í Aleppo. Foreldrini eru ikki til longur. Nú hevur sjúki beiggin, Luka, brúk fyri læknahjálp. Mariam ger av at flýggja úr Sýria til Turkalands og haðani víðari til "verðins besta land."

Við kanningararbeiði og samrøðum við flóttafólk úr Sýria hevur Bjørn Sortland skrivað eina skaldsøgu um eina unga gentu, sum berjist fyri at bjarga lívinum. Tað er ein realistisk og hjartaskerandi frásøga úr einum krígsherjaðum landi, har bardagin ongan enda tykist at hava. Mitt í øllum flýggja nógv børn og ung púra einsmøll úr landinum og vóna at fáa eitt betri lív.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2019
  • Bjørn Sortland
  • Hjørdis Heindriksdóttir
  • norskt
  • Esra Røyse (perma)
  • kríggj, flóttafólk
  • 195
  • heft við klaffum
  • 978-99972-0-504-9