Tey, sum ikki eru til

Simon Stranger

Pappírsleys menniskju búgva alla staðni; tey, sum ikki eru til.

Onnur bókin um Emiliu, sum hevur hitt Samuel úr Ghana. Nú er Samuel komin til Noregs.

Samuel veit, hvat tað vil siga at lata alt frá sær við vón um eitt nýtt og betri lív í Evropa. Hann hevur gjørt tað fyrr; tá ið hann flýggjaði úr Veturafrika til Kanariuoyggjarnar. Ta ferðina royndi Emilia at hjálpa. Kortini varð hann funnin og sendur aftur. Tað seinasta, Emilia gav honum, áðrenn hann varð noyddur av stað, var ein pappírslepi við bústaði hennara á. Nú stendur Samuel uttanfyri húsini, har hon býr í Bærum. Aftan fyri seg hevur hann upplivingar, sum ongin í hesum fremmanda landi kann ímynda sær.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2016
  • Simon Stranger
  • Juli Fagerland
  • norskt
  • Egil Haraldsen og Ellen Lindberg (perma)
  • flóttafólk
  • 200
  • heft við klaffum
  • 978-99972-0-232-1