Alt sum telur

Ingrid Ovedie Volden

Sterk, stuttlig, eym og sera væl skrivað.

Gentan, Petra, er serliga væl lýst, ja, so væl, at lesarin ikki sleppur undan at gerast góður við hana.

Petru dámar væl makað tøl, tí tey skapa javnvág í alheiminum.

Steffan á námsfrøðiligu og sálarligu ráðgevingini sigur, at Petra skal bjóða óttanum av.

Vinkona hennara, Melika, er flóttaafólk og saknar beiggja sín. Petra setur sær fyri at brúka sínar gandakendu tankar til at fáa hann til Noregs.

Ein skaldsøga um vinalag, forelskilsi og tøl.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2017
  • Ingrid Ovedie Volden
  • Juli Fagerland
  • norskt
  • Helena Brox (perma)
  • sálarsjúka
  • 202
  • heft við klaffum
  • 978-99972-0-366-3