Mínar rinkutenn

Iwona Radünz

Ein øðrvísi bók um tenn

Um 6 ára aldur fer tann fyrsta tonnin hjá børnum at loynsa. Sjálvt um hetta kann hava ampa og ótryggleika við sær, er tað orsøk til at vera errin.

Bókin svarar greitt og lætt skiljandi vanligum spurningum sum:

 

Hví byrja tenn at loysna?

Hvat kemur aftan á barnatenn?

Hvørjum er ein tonn gjørd av?

Hvussu blíva tenn sjúkar?

Hvussu verða mínar tenn verandi frískar?

 

Tað, sum ger hesa bókina so nógv øðrvísi, er eisini eskjan, sum situr føst í permuni, har til ber at goyma rinkutenninar so hvørt sum tær loysna.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2009
  • Iwona Radünz
  • Kári Davidsen
  • týskt
  • Thomas Röhner
  • tenn
  • 30
  • innbundin
  • 978-99918-1-717-0