Leikur í talvi

Ragnheiður Gestsdóttir

Sóley er ein klók og sjálvstøðug genta, men í skúlanum standa flogsfelagarnir saman um at gera henni lívið torført.

Bókin er um vinalag.
Høvuðspersónurin, Sóley, er ein gløgg og sjálvstøðug genta, sum býr í Reykjavík saman við mammu sínari.
Hon dugir væl í skúlanum, men trívist ikki, tí at floksfelagarnir av óskiljandi orsøkum happa hana; hetta sigur hon ikki fyri nøkrum.
Tíbetur fær lívið aðra vend, tá ið ein nýggj genta, sum ikki  er sum hini, fer at ganga í flokkinum.
Leikur í talvi er ein innilig, spennandi og væl skrivað søga, sum hóskar til lesarar á øllum aldri. Bókin vann Íslendsku barnabókavirðislønina í 2000.
Dómsnevndin segði m.a.: 'Leikur í talvi er ein týðandi og fangandi søga, sum er skrivað við stórum innliti og kenslusemi.'

 

Uppgávur:

Næmingurin

Lærarin

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2013 (2006)
  • Ragnheiður Gestsdóttir
  • Laurina Niclasen
  • íslendskt
  • happing
  • 92
  • heft
  • 978-99918-1-493-3