SFR-in

Roald Dahl

Suffía liggur í songini, men fær ikki sovið.

Hon fer av songini og yvir at hyggja út ígjøgnum vindeygað.

Knappliga stirðnar hon, tí okkurt kemur gangandi eftir vegnum, okkurt svart og stórt.

Okkurt sera stórt og sera svart og sera klænt.

Hetta er klassiska søgan hjá Roald Dahl um stóra fitta risan ella SFR-in.

SFR-in er ikki sum hinir risarnir. Hóast hann sær ógvusligur út, so er hann ógvuliga fittur og dámar als ikki at eta børn, men tað dámar hinum risunum, og teir má Suffía ikki koma í hóslag við.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2016
  • Roald Dahl
  • Mads Helgi Poulsen
  • enskt
  • Quentin Blake
  • 200
  • heft
  • 978-99972-0-231-4