Leitingin eftir skorpnaðum høvdum

Robert Ripley

Robert Ripley eigur hugskotið til bøkur og søvn um øll heimsins undur.

Believe it or not!/Trúgv tí ella ei! er kent brand fyri  virksemi, sum byggir á ferðir hansara, har hann hevur lagt seg eftir at finna fram til løgin fyribrigdi um allan heim.
Bókin, ið Bókadeildin gevur út á fyrsta sinni á føroyskum, er grundað á dagbók við frásøgn um ferðirnar hjá Ripley í tríatiárunum til fjarskotin støð um allan knøttin.
Leitingin eftir skorpnaðum høvdum er sermerkt glitrandi bók full av lutum, myndum, tekningum og lýsingum av einum løgnum og mangan óunniligum heimi.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2008
  • Robert Ripley
  • Pauli Hansen
  • enskt
  • ferðir, undur, lond
  • 26
  • innbundin
  • 978-99918-1-602-9