Hvítar blómur í Gulu ánni

Carolin Philipps

Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Hon hevur ongantíð hugsað serliga nógv um tað at vera ættlædd og ei heldur um tað at vera upprunaliga kinesisk, men ein dagin verður hon fyri skelkandi hendingum, sum gera, at hon fer at kanna, hvussu tað mundi bera til, at foreldur hennara hava ættleitt hana.

Ein sera aktuell ungdómsbók, sum hevur støði í kinesiska familjupolitikkinum, ið nøkur nevna eitt-barns politikkin.
Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Hon hevur ongantíð hugsað serliga nógv um tað at vera ættlædd og ei heldur um tað at vera upprunaliga kinesisk, men ein dagin verður hon fyri skelkandi hendingum, sum gera, at hon fer at kanna, hvussu tað mundi bera til, at foreldur hennara, sum hava verið í Kina í arbeiðsørindum, komu aftur til Týsklands við henni.
Søgan er ein ferð aftur í upprunalandið og er samstundis ein ferð inn í sinnið, sum stríðist við spurningar um, hvør tú ert, og hvørt tú ert óynskt her á fold, ella um tú hevur onkran góðan.
 
  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2007
  • Carolin Philipps
  • Tina K. Jakobsen
  • týskt
  • ættleiðing
  • 140
  • heft við klaffum
  • 978-99918-1-561-9