Harry Potter og arvalutir Deyðans - 7

J. K. Rowling

Harry hevur nú fingið ta døpru, hættisligu og eftir øllum at døma ógjørligu uppgávu at skula finna og beina fyri seinastu horcruxunum hjá Voldemort.

Harry hevur nú fingið ta døpru, hættisligu og eftir øllum at døma ógjørligu uppgávu at skula finna og beina fyri seinastu horcruxunum hjá Voldemort. Ongantíð áður hevur hann kent seg so einsmallan, ongantíð hevur lagnan kenst so tung. Men Harry noyðist onkursvegna at finna ta styrki inni í sær sjálvum, sum krevst at fullføra uppgávuna, honum er litin í hendi.
Hann má fara úr fjálgu Kaninholuni og óttaleysur, uttan at ivast, má hann ganga miskunnarleysu gøtuna, sum honum er ætlað at fara.
Í sjeyndu og seinastu bókini svarar J.K.Rowling hegnisliga teimum mongu spurningunum, ið so mong hava bíðað spent eftir.
Søgan um Harry Potter hevur hugtikið lesarar í milliónatali kring allan heim, síðan fyrsta bókin kom út í 1997.
  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2007
  • J. K. Rowling
  • Bergur Rasmussen
  • enskt
  • fantasy
  • 680
  • innbundin
  • 978-99918-1-582-4