Momo

Michael Ende

Ein ævintýrskaldsøga um tíðarinnar gátu.

Eitt ófrættakent lið av "gráum harrum" fær støðugt fleiri menniskju at spara tíð, so teir kunnu kradda hana frá teimum og vinna sær vald á henni. Tá ið heimurin med alla tykist hoyra tíðarkraddarunum til, leggur Meistarin Hóri uppí. Til tess krevst honum hjálp frá Momo, eini lítlari gentu við krunkasvørtum, frísutum hári.

Tað er um sjálva 'tíðarinnar gátu', at henda bók snýr seg; ein gáta, sum í eins stóran mun upptekur hugsandi børn og tilkomin, ið ikki enn hava gloymt at undra seg um tað, sum sýnist so sjálvandi. Søgan um Momo fer fram í eini tíðarleysari nútíð í einum nútímans stórbýi onkustaðni í Suðurevropa.

Ein spennandi, skaldaborin ævintýrskaldsøga.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 1995
  • Michael Ende
  • Thorben Johannesen
  • týskt
  • Michael Ende
  • 292
  • heft við klaffum
  • 99918-1-022-6