SimmSalaBimm

Edward Fuglø

Ein litrík myndabók um ein drong, sum dugir gand

Ongin er at spæla við, og Kaspar keðir seg illa.

Simmsalabimm stendur é einari eskju, sum hann finnur á ovasta lofti. Kaspar tekur lokið av og fer at kanna eskjuna.

'Simmsalabimm og bimmilin,' hoyrir hann knappliga onkran siga, tað er gandastavurin, sum hevur fingið andlit og er farin at tosa.

Og knappliga hendir so øgiliga nógv inni hjá Kaspari og teimum.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2014
  • Edward Fuglø
  • føroyskt
  • Edward Fuglø
  • gandur
  • 33
  • innbundin
  • 978-99972-0-096-9