Pettson og Findus á ævintýraferð

Sven Nordqvist

Vælkomin heim til Pettson og Findus!

Her hittir tú bæði hønur og neyt og nakrar sniflar eisini. Men ikki revin, tí hann hevur Findus rætt langan veg burtur. Tú fert at kenna teg heima á garðinum, sleppur við at tjalda - og kanska at halda ein føðingardag ella tveir

Í hesari savnsútgávuni eru fimm væl umtóktar søgur. Harafturat fert tú at læra meira um, hvørjir Pettson og Findus í veruleikanum eru, og so eru stuttlig ítriv. Eisini eru skitsur av tekningunum í bókini, so tú sært, hvussu myndirnar taka skap. Akkurát tað rætta til tey, ið eru forvitin at vita meira um heimin hjá Pettsoni og Findusi – og framúr gáva til allar Pettsonfjepparar, ið aldrin fáa nóg mikið av sniflum og Findusi og øðrum stuttligum verum.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2021
  • Sven Nordqvist
  • Niels Jákup Thomsen
  • Svenskt
  • Sven Nordqvist
  • 150
  • Innbundin
  • 978-99972-0-663-3