Bókaárið 2016

Seksogfýrs bøkur góvu vit út í ár. Trettan teirra vóru upprunaføroyskar ella við føroyskum høvundum.

 

Smábarnabók

Til tey smæstu góvu vit út pappbókina Lundar við myndum av … ja lundum, sjálvandi. Hetta er bók í eini røð av bókum, sum Bókadeildin fór undir í 2012 við heitinum Gloym meg ei.

 

Myndabøkur

Tríggjar myndabøkur komu út í ár, Joan Sørinardóttir/Birde Poulsen: Froskarnir í Nólsoy, Elsubeth M. Fossádal/Edward Fuglø: Julia og bjargingarvesturin og Bárður Oskarsson: Wilbert.

Joan Sørinardóttir fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2016. Umframt at bókin um froskarnar, sum danska listakvinnan Birde Poulsen myndprýddi, eisini kom út á donskum forlagi, so góvu vit bókina Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat út. Hetta er ein øðrvísi bók við søgum, matuppskriftum býttum upp eftir árstíðunum og allar við urtum, sum vaksa í Føroyum. Tjóðhild Patursson tók fotomyndirnar til bókina, og Solveig Hansen teknaði myndirnar. Bæði Joan Sørinardóttir og Elsubeth M. Fossádal tóku lut í Bókadøgunum til stóra gleði fyri børnini, sum vóru komin í Norðurlandahúsið.

Bárður Oskarsson gav sína sættu myndabók út. Bárður er sera nógv avhildin í útlondum, so 2016 hevur verið eitt hendingaríkt ár hjá Bárði; IBBY Svøríki skeyt hann upp til svenska Pan-prísin fyri fyrstu bókina Ein hundur, ein ketta og ein mús. Stríðið um tað góða grasið var í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin. Wilbert varð heiðrað við einum White Raven merki frá Deutsche Jugendbibliothek, og rættindi til týðing vórðu seld til Danmarkar, Noregs og Kanada/USA, og omaná alt kom Flata kaninin út í Bulgaria og Slovenia í ár.

 

Barnabók

Heine Hestoy gav út barnabókina Stjørnan um ein drong, sum missir pápa sín á sjónum, og ta stóru sorgina, sum stendst av tí. Vit gleðast um at sleppa at geva bók hjá Heina út aftur. Heine Hestoy gav tvær bøkur út á Bókadeildini í nítiárunum: Regin og Sára og Summardáar, sum tó hava verið uppafturprentaðar fleiri ferðir síðan.

 

Krabbabøkur

Tvær av upprunaføroysku bókunum eru krabbabøkur. Tær eru: Beinta Johannesen: Eg og mítt kelidýr. Kanin og Alexandur Kristensen/Edward Fuglø: Trapputrinus. Beinta Johannesen var eisini heiðrað við Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri sítt arbeiði við Strok og øðrum til frama fyri barnamentan.

 

Ungdómsbók

Eina ungdómsbók góvu vit út í ár. Tað var bókin So normal og tó ikki eftir Biritu Michelsen og við myndum eftir Herdis S. Tyrer. Til ber at siga, at hon er so nógv meira enn bara ein ungdómsbók, tí vit ivast ikki i, at bæði ung og vaksin fáa nógv burtur úr at lesa hesa forvitnisligu bókina, sum Birita hevur skrivað um seg sjálva. Birita hevur sjúkuna autismu og dugir á fyrimyndarligan hátt at siga frá, hvussu lívið við hesari diagnosuni háttar sær í nútíðar føroyska samfelagnum.

 

Vaksin

Tríggjar bøkur til vaksin vórðu givnar út í ár: Svanhild Strøm/Marjun Biskupstø: Bundnar søgur, Egholm/Leitistein Hansen/Dam: Føroyska rokksøgan og Marjun S. Kjelnæs: Óendaliga vera. Vit kanna okkum Bundnar søgur, av tí at høvundarnir báðar eru føroyskar, men bókin er givin út á norskum forlagi, har vit saman við donskum forlagi hava givið út samstundis. Bókin hevur ligið ovast á sølulistunum í Føroyum og verður eisini seld í Íslandi. Annað upplag er longu komið nú undan jólum. Føroyska rokksøgan er nýbrot, av tí at tað ongantíð er komið eitt savnað verk um føroyska rokksøgu út, hóast nógvar sendingar hava verið bæði í útvarpi og sjónvarpi. Skaldsøgan Óendaliga vera vann Bókhandlaravirðislønina og sigast má, at vit skilja tað væl, og hóast vit vanliga ikki geva skaldsøgur út, so gleðast vit um at hava kunnað givið hesa framúr góðu søgu út.

 

Jólabók

At enda er tað okkara góða, gamla jólabók, sum eisini kom út í ár við søgum og ítrivi. Trettan høvundar og tíggju myndprýðarar eru slopnir at spæla sær við hugflogið í hesi hugnaligu jólabókini. Og so er bara eftir at ynskja øllum:

 

EINI GÓÐ OG GLEÐILIG JÓL OG EITT EYDNUBERANDI NÝGGJÁR

 

 

 

 

 



Aftur