Eldførið

Fyri tíggju árum síðan gav Bókadeildin út ungdómsbókina Eg, Coriander eftir enska rithøvundan Sally Gardner, nú 10 ár seinni geva vit út ungdómsbókina Eldførið, sum er grundað á ævintýrið hjá H. C. Andersen.

 

Eldførið hjá Sally Gardner er tó ikki nøkur endurgeving av ævintýrinum hjá H. C. Andersen, men heldur brúkar hon tað sum íblástur at siga eina søgu um kríggj og tær avleiðingar, sum standast av kríggi, bæði fyri hermannin ella herkvinnuna og fyri tey sum hava staðið í skotmála.

 

Høvuðspersónurin er Otto Hundebiss, sum er á ferð heim aftur úr tretivu ár krígnum (1618-48), hann stríðist við nógv dulsmál og ringar upplivingar. Hann fær eitt eldføri og gerst hugtikin av gentuni Safire, sum hann ger alt fyri at hitta. Safire er tað øvuta av Otto: djørv og hjartagóð.

 

Í samrøðu við Rebecca Hawkes í The Telegraph, 7. november 2014 sigur Sally Gardner millum annað:

 

SP.: Høvuðspersónurin Otto, hevur sæð familju sína verða dripna og verður hermaður 14 ára gamal. Hvat fekk teg til at skriva um ein ungan hermann?

 

SV.: Eg minnist, at eg hoyrdi David Cameron siga: ”Vit fara at hátíðarhalda fyrsta veraldarbardaga”. Og eg fekk spýggjandi vaml. Tí tað var veruliga ikki nógv at hátíðarhalda. Eg var farin at hava samband við herfólk, sum vóru komin úr Afganistan og Irak. Tey vóru ógvuliga ung og stríddust við sínum sálarløstum og tí, tey høvdu verið fyri.  Tá tú hevur sæð slíkt, sum t.d. ongin í einum vertshúsi í Essex nakrantíð fer at síggja, hvussu kanst tú so liva eitt vanligt lív?”

 

Bókin er myndprýdd við svørt/hvítum myndum, har okkurt reytt sníkir seg upp í myndirnar viðhvørt. Myndprýðarin er David Roberts. Bókin er 272 bls. og heft við klaffum. Jákup Sørensen hevur týtt.



Aftur