Palo í Grønlandi

Skrivað: Knud Hermanssen

Teknað: Ernst Hansen

Týtt: Jóhannes Enni

Føroya Lærarafelag gav út í 1955 og aftur í 1981

 

Søgan um Palo hevur sítt serliga pláss í mínum hugaheimi. Hon minnir meg um ein eydnuríkan barndóm, sól og grønan bø, børn, sum glað spæla í sólskininum, eina ferð út á bygd saman við pápa mínum og eitt fjálgt kamar í Saksun.
   Tað var, tá eg fekk Palo í Grønlandi í hondina, at eg “knekkaði lesikoduna”, sum sagt verður. Umstøðurnar, tá eg las Palo í Grønlandi fyrstu ferð, vóru serligar og standa klárar í minninum.
   Tað var um várið ella fyrst á summarinum í 1955. Eg var fylt 6 ár í mars og skuldi, hóast eitt ár ov ung, í skúla í august. Øll børnini, sum eg spældi við, fóru í skúla, so eg fór at vera einsamøll eftir um dagarnar, tá hini børnini í grannalagnum vóru í skúla.
   Eg hevði sjálv lært meg bókstavirnar, tí eg vildi so fegin læra at lesa.
   Tá var tað soleiðis, at børn skuldu koppast móti pokum, áðrenn tey sluppu í skúla, og tá man var koppaður móti pokum, skuldi man ansa eftir, at man ikki gjørdist vátur, serliga um føturnar. Tí varð gjørt av, at eg skuldi fara við pápa mínum til Saksunar eina viku. Hann var ferðalærari eina tíð millum Saksun og  Nesvík, og eg kundi so sita í skúlastovuni hjá honum, heit og turr, inntil vandin fyri fylgjusjúku orsakað av koppingini varð av.
   Vit børn, sum búðu í Perskonugøtu í Havn og har um leiðir, livdu sum fríir fuglar í bønum, haganum og í ánni oman fyri bøgarðarnar, og mangir vóru karmarnir, vit komu heim við, sum dagurin leið.

Túrin norðureftir til Saksunar úr Havn minnist eg ikki nógv til. Men eg minnist, tá vit komu til Saksunar. Sólin skein, og alt var so grønt.
   Lærarin búði á Kvíggjarhamri, og Margretha, matmóðurin, tók ímóti okkum. Hon var so blíð. Eina song hevði hon eisini sett upp til mín í kamarinum hjá pápa.
   Børnini í Saksun vildu hava meg út at spæla, og eg læt mær ikki siga fleiri ferðir. Har spældu vit so í túninum á Kvíggjarhamri eina løtu, inntil tey funnu uppá, at vit skuldu fara at fanga glasállar í ánni. Frálíkt!!! Eg hevði fyrr fangað glasállar, í ánni Úti á Bakka í Sørvági, har fastir og pápabeiggi mín búði, og tað dámdi mær væl.
   Vit spældu restina av degnum í ánni og har um leiðir, og eg hugsaði lítið um ikki at gerast vát, og í tí góða sólskininum hevði eg latið meg úr troyggjuni. Tá kvøldið kom, fór eg inn, líka sum hini børnini, át nátturða við hinum og so í song í fjálga kamarinum undir vaðingini.
   Um morgunin var eitt verri skil. Eg hevði glett meg at fara í skúla við pápa, men tað slapp eg ikki, tí eg hevði fingið febur. Øll økslin, har kopparnir vóru, var reyð, og eyguni vóru blonk. Margretha metti, at eg skuldi liggja í songini. Men pápi lovaði mær, at eg skuldi fáa eina bók úr skúlastovuni at hyggja í, og tað fekk eg eisini.
   Bókin var ljósablá og á permuni var ein vøkur litað tekning av einum grønlendskum drongi. Inni í bókini vóru eisini tekningar.
   Palo í Grønlandi stóð á permuni.
   Fyrsta dagin hugdi eg mest eftir myndunum og svav, tí eg var rættuliga ússalig, men næsta dagin, tá pápi hevði borið mær morgundrekka upp á songina og var farin í skúla, fór eg at kanna, um eg kundi fáa nakað burtur úr søguni.
   Eg kendi nøkur av teimum stytstu orðunum.
   Pápi og mamma høvdu longu tá gjørt handritið til Mín lesibók (Ásu-bókina), og eg slapp onkuntíð at sita við borðið og tekna, tá tey arbeiddu við henni. Tey brúktu orðmyndir og staving, og bara við at lurta og hyggja, varð spírin lagdur til lesing.
   Eg stavaði meg so gjøgnum síðurnar, og hjálpt av tekningunum fekk eg skil á, hvat bókin snúði seg um.
   Pápi las eisini fyri mær úr bókini, tá hann var liðugur í skúlanum, og tá eg hugdi við, kundi eg fáa greiðu á orðum, sum vóru torfør.
   Palo í Grønlandi var spennandi. Søgan snúði seg um Palo ein seks ára gamlan drong, yngru systur hansara Naju og teirra gerandisdag. Um hundasledur og kópar. Einaferð viltist Palo, og hann gjørdist sjúkur, tí hann hevði ligið í kavanum og var blivin so kaldur.
   Tekningarnar vóru einklar og søgdu sjálvar so væl frá søguni, so sjálvt um ikki øll orðini vóru komin upp á pláss, tá eg var blivin frísk aftur, hevði eg lært at lesa har uppi undir vaðingini á Kvíggjarhamri.
   Seinni gav Bókadeild Føroya Lærarafelags fleiri føroyskar barna- og ungdómsbøkur, umsettar- og upprunabøkur, út, og kunnu vit føroyingar av sonnum takka føroyskum lærarum og teirra yrkisfelag fyri teirra ósjálvsøkna arbeiði í samband við at gera føroyskt lesitilfar til børn og ung.
   Um Bókadeild Føroya Lærarafelags ikki hevði verið sett á stovn og verið so virkin, er ikki vist, at støðan við lesitilfarið hevði verið so góð her hjá okkum.



Aftur