Bara tað ónda ikki var

Jules Verne: Kring jørðina í kavbáti.

Jákup M. Kjeld týddi

Føroya Lærarafelag 1963

 

Eg haldi meg minnast, at eg las Kring jørðina í kavbáti eftir Jules Verne á fyrsta sinni í 1963, tá ið eg var 13-14 ára gamal. Hetta vóru júst tey árini, Sovjetsamveldið og USA kappaðust um valdið í rúmdini. Eg kann upplýsa, at eg helt við USA. Eg hevði savnað mær eitt pappmodell av rúmdarstøðini Cape Canaveral í Florida, sum eg haldi kom saman við onkrum av donsku vikubløðunum, og haðani av køksgólvinum hjá okkum sendi eg fleiri rakettir út í rúmdina enn sjálvt støðin í USA.
   Eg hevði eisini onkursvegna tá ognað mær handbókina Teknikkens hvornår skete det, sum var útkomin í 1960. Hvussu eg havi fingið fatur á henni, veit eg ikki, men lisin varð hon.
   Um sama mundið bar til í Sørvági at keypa bløðini Illustrerede Klassikere, sum vóru teknisøgur, ið endurgóvu tað, sum tá varð mett at vera bókmentaligir klassikarar. Bæði Kring jørðina í kavbáti og hin bókin eftir Jules Verne, sum eisini kom út á føroyskum í 1963, Hin loyndarfulla oyggin, vóru útgivnar sum Illustrerede Klassikere í 1956. So kanska er tað har, eg fyrst havi lisið Kring jørðina í kavbáti.
   Eg veit eisini fyri vist, at eg var sera hugtikin av tíðindunum um amerikanska kjarnorkurikna kavbátin Nautilus, tann fyrsti av sínum slag, sum eisini var fyrsta farið, ið sigldi allan vegin tvørturum Norðpólin undir ísinum í august 1958. Tað var ikki sørt hugtakandi at hugsa sær, at hesin kavbátur var so væl útgjørdur, at hann kundi vera undir kavi í mánaðir. Hann kundi tí fjala seg djúpt niðri og so gera slysálop á fíggindan. Eg veit ikki um tað var av tilvild, at hesin kavbáturin varð kallaður Nautilus eins og kavbáturin, sum hevur høvuðsleiklutin í bókini Kring jørðina í kavbáti.
   So tøkniliga var eg væl fyri, tá ið ein bókavørður á Dronning Alexandrines Hospital, har eg var innlagdur fyri bruna í blindtarminum, fekk meg at lesa Kring jørðina í kavbáti, hóast eg hevði hug at kasta bókina aftur á hana. Mær dámdi væl søgur, men helt ikki hesa bókina vera nakað fyri meg, men eg las hana kortini og dámdi hana væl.
   Eg haldi ikki, at eg gav mær so nógv far um tær meiri djúpu hugsanirnar, ið liggja aftanfyri ella undir hendingunum í hesi bókini. Eg las hana helst sum eina  spennandi og dramatiska søgu, sum fór fram í havdýpinum í einum fremmandum heimi, ið var so nógv øðrvísi enn okkara gerandisheimur. Hetta var ein loyndarfullur, livandi, litríkur, men tigandi heimur, sum her lat seg upp, og har kundi eisini vera vandi á ferð.
   Kring jørðina í kavbáti var skaldsøga, sum líktist ferðafrásøgn, og kann væl sigast at vera eitt sindur í ætt við søgurnar um Odysseus, sum eg júst um hetta mundið hevði hoyrt í skúlanum. Tað gjørdi bara skaldsøguna meira sannførandi og veruleikakenda, at hon var skrivað í eyðkendum blaðmannastíli, har dentur verður lagdur á at nevna tøkniligar smálutir og at tíðar- og staðfesta hendingar og lýsa eygleiðingar, sum síðan eru karmurin um hugtakandi upplivingar og viðhvørt ógvisligar tilburðir, og so tær drúgvu løturnar, tá ið lítið ella onki hendir, ella tá ið bíðað verður eftir næstu hending ella uppliving.
   Bókin setti av álvara ferð á hugflogið, men skal eg nevna tað besta við hesi bókini, so var tað, at hon var á føroyskum. Jákup M. Kjeld hevði týtt bókina til føroyskt, og Føroya Lærarafelag gav út. Nógv tað mesta, sum eg hevði lisið um hetta mundið, var á donskum, og onki ilt um tað, men at lesa heimsbókmentir á føroyskum var við til at sannføra meg um, at vit eisini kundu vera við, har tað hendi. Og tað hevði nógv at týða fyri meg tá.
   Kring jørðina í kavbáti kom út á fronskum í 1870. Talan var um eina science fiction skaldsøgu, ið snýr seg um ein tøkniliga sera framkomnan kavbát, sum verður rikin við teirri tá nýtímans elorkuni, elektrisiteti, sum tað verður rópt í føroysku týðingini. Men søgan snýr seg eins nógv um Nemo kapteyn, sum hevur bygt og eigur kavbátin. Nemo hevur ongan hug at greiða teimum á landjørðini frá síni vitan og upplivingum, tí hann ber hatur til menniskjuni. Hví so er, fáa vit ikki heilt greitt at vita, men hann hevur ivaleyst verið fyri onkrum ræðuhendingum, sum ikki fara frá honum aftur. Hann hevur sett sær fyri at revsa menniskjuni, sum ikki hava ans fyri tí vakra og hugtakandi, og sum ikki skilja veruligu møguleikarnar, nýggja tøknin hevur at bjóða. Nemo er móthetja, og hann hevnir seg við at gera seg inn á skipaferðsluna við kavbátinum hjá sær, og skjótt fara søgur at ganga um ein risahval ella eitt ódýr, sum er farið at gera um seg. Fólk, sum eru óvon við kavbátar, eru uppøst, og hóast onkur mælir til, at málið eigur at verða kannað vísindaliga, heldur amerikanska ríkisstjórnin, sum veit at gerðir muna betri enn orð, at ongin grund er at drála, men heldur beinanvegin at seta okkurt í verk. Stjórnin ger út skip, sum skal leita eftir ódýrinum og gera av við tað. Fraklendingurin  Aronnax, havfrøðingur og professari, sum hevur skrivað stórt bókaverk um ‘Loyndardómarnar í teimum stóru havdýpunum’, og tænari hansara Conseil eru júst um hetta mundið komnir aftur til New York av rannsóknarferð í Nebraska, og heitt verður á teir um at verða við í leitingini. Við á ferðini er eisini hin meira rokuti  Ned Land, sum er royndur hvalaveiðimaður.
   Kavbáturin hjá Nemo, ella ónda beistið, sum teir rópa hann, loypir á skipið, tá tað leitar úti á víðum havi, og tað fer til botns, og hesir tríggir verða sum teir einastu bjargaðir umborð í kavbátin, har teir eru fangar, men kortini hava tað frítt at fara umborð.
   Tað er Aronnax, sum greiðir frá sermerktu ferðini kring jørðina í kavbáti. Professarin er hugtikin av kavbátinum, men eisini av Nemo kapteyni, at hann hevur bygt hetta tøkniliga sera framkomna farið, sum Nautilus er. Umborð á Nautilus er eisini hugnaligt, teir eta fínt og hava borðsið, og í salongini eru djúpar sofur, vísindatól, listaverk og stórt bókasavn, og so urgan, sum Nemo spælir á, tá tunglyndið kemur á hann. Hetta er eyðkent gamalt gotiskt umhvørvi.
   Aronnax heldur ikki nógv um tað, sum Nemo stendur fyri. Nemo sigur seg hava rivið seg leysan úr samfelag menniskjans, og ringar royndir hava gjørt, at hann vil ikki verða kallaður eitt mentað menniskja, og hann ætlar sær ikki at rætta seg eftir samfelagsins lógum.
   Aronnax heldur hinvegin, at vit eiga at hava samkenslu við menniskjunum, og tað harmar hann, at hetta tøkniliga undurverkið, sum kavbáturin er, skal verða brúkt til hevndaratsóknir, tá ið tað kundi verð brúkt til so nógv annað skilabetri. Men Aronnax fær høvi til at gera áhugaverdar rannsóknir, og ferðin er hendingarík. Saman eru teir veiðiferðir á havbotninum, teir sita fastir í ísinum, og einaferð eru teir í bardaga við ein ovurstóran høgguslokk, sum er ímyndin av sjálvum tí ónda og vandamikla. Høgguslokkurin hevur eisini av greinarum verið sagdur at vera ein tilsiping til ídnaðarkollveltingina, sum fekk alt fast og trygt at detta sundur og hevði við sær, at alt heilagt varð úrlatið, sum Marx og Engels tóku til í Manifestinum.
   Sum siður er í bókum av hesum slagnum, so er manningin við Nautilus eisini úti fyri at verða jagstrað av sansaleysum villmonnum, og teir tríggir fangarnir eru eisini við í sorgarleikinum, tá ið Nemo kapteynur við kavbátinum eirindaleyst smildrar eitt herskip, sum fer til botns við mann og mús.
   Nautilus gongur burtur í einum øgiligum meldurstreymi við norsku strondina, beint tá ferðin er um at enda, og tað eydnast teimum trimum, Aronnax, Conseil og Ned Land, at koma sær upp á land. Hvat verður av Nautilus og Nemo kapteyni vita vit ikki, men kanska livir hann framvegis í havdýpinum, og skulu vit trúgva Jules Verne, so kom Nemo kapteynur frá hendingunum við norsku strondina við lívinum. Vit hitta hann í hvussu er aftur í bókini Hin loyndarfulla oyggin, sum kom út í 1874 (Føroysk útgáva 1963. Hanus A. Samuelsen týddi, og Føroya Lærarafelag gav út).
   Arronax, sum ikki veit, hvussu alt endar, vónar tó, at Nemo umsíðir hevur fingið hevnd, og at hjarta hansara ikki longur má bera hatur. Okkurt kundi bent á hetta, tí tað seinasta, Aronnax hoyrir Nema teska, áðrenn teir skiljast, er: “Almáttugi Gud! Nóg mikið! Nóg mikið!”
   Eg havi hug at nevna eitt, sum var við til at seta sín dám á lesiupplivingina, og tað var hetta serliga kurteisliga, sum var yvir at kalla øllum í hesi bókini. Sjálvt hin rokuti Ned Land bardist við sítt bráða lyndi, men royndi at bera seg kurteisliga at. Tað er meira greitt fyri mær nú, enn tá eg las hesa bókina á fyrsta sinni fyri næstan hálvthundrað árum síðan, at Aronnax professari er hetta, sum bretar rópa ‘an educated man’. Hann loypir ikki á leistum eftir tí fyrsta og besta og er so lærdur, at hann hevur ein tænara at taka sær av øllum tí praktiska, ein tænari, ið er markleyst trúgvur sínum harra. Hetta serliga spælið millum harra og tænara er ein partur av tí, sum setir lærdóm í sítt rætta høpi, ja, gevur honum ein dám av láturligari hugmóð. Hjá Aronnax professara stendur vísindin og tøknin fyri tí objektivita og vóngevandi, sum eisini umfatar framburðin og tað etiska, meðan Nemo strembar eftir einum øðrum rationaliteti, sum byggir á etiska sannføring, sum skal umskapa menniskjuna og samfelagið. Hansara mál er ein utopi, sum má grundast á yvirgang. Aronnax er pragmatikari, meðan Nemo er og verður ein vandamikil sveimari. Tað skilst tó á øllum brøgdum, at Nemo, hóast hann tykist svinnur, berjist við sterkar kenslur. Hann vísir djúpa samkenslu, tá onkrir av manningini lata lív, og hann ber nívandi sorg um at hava mist konu ella eina vinkonu og helst eisini børn. Konan ella vinkonan er tó einasta ábendingin um nakað, sum bara ber bráð av kvinnuligum í hesi bókini.
   Eitt annað, sum tað kann vera stuttligt at nevna her, er eitt eyðkenni við hesum bókaslagnum, tey rópa vísindaskaldskap ella science fiction. Eg hugsi her um hetta løgna samanspælið millum ein leiðara, í hesum føri Nemo, harran á høvunum, og so manning hansara, sum eru sum steinrunnar typur, ið bara eru til fyri at gera eftir boðum. Onkursvegna hugtekur tað børnini, at ein leiðari hevur slík hjálparfólk, tí tað ger leiðaran almáttugan og gevur honum eftir øllum at døma eina serliga tign. Hesin stereotypi háttur at byggja upp eitt frásagnarrúm er framvegis í brúki í undirhaldsbókmentum og telduspølum í dag, so kanska er ikki so nógv broytt hesi árini.
   Um børn og ung í dag høvdu tímað at lisið Kring jørðina í kavbáti, ja, tað var kanska eina roynd vert. Tað eru tó smærri klikur av fólki, sum dáma at vera afturlítandi og sum saman fáa løtur at líða við at greina út í æsir alt, sum hevur við Jules Verne, kavbátin og serliga Nemo kapteyn at gera. Nógv børn og ung nú á døgum eru eisini hugtikin av nýggja bókaslagnum, ið verður rópt ‘steampunk’, eitt bókaslag, ið tók seg upp í 1980’unum, og sum hevur skrivingina hjá Jules Verne og H.G. Wells sum fyrimynd. Eitt av fremstu umboðunum fyri hetta bókaslagið er enski rithøvundurin Philip Pullman, og stóra tríverkið hjá honum Myrkursins frumevni er givið út á føroyskum. Í hesum sjónfløgutíðum er eisini vert at nevna, at tann, ið leingist eftir farnari tíð, eigur at unna sær at síggja Disney-filmin 20,000 Leagues Under the Sea (1954), sum er bókin hjá Jules Verne lagað til film. Ráðini tá eins og nú eru jú at lesa bókina og síggja filmin, og tað kann saktans vera bæði stuttligt og læruríkt at uppliva eitt verk í ymsum útgávum og sniðum og í ymsum miðlum.
 



Aftur