Gott nýggjár

So eru vit farin aftur til verka. Vit rættlesa, ritstjórna, senda til umbrótingar, senda til prent.

Tær fyrstu tvær smábarnabøkurnar eru longu sendar til prent í Kina. Ein tekstbók er úti til rættlestur, og ein er send til umbrótingar.

Í dag fingu vit pakka úr Sofia í Bulgaria. Í pakkanum vóru 10 fríeintøk av Fløtu kaninini hjá Bárði Oskarssoni. Hetta er níggjunda landið, sum gevur Fløtu kaninina út síðan 2011. Hini eru Danmark, Týskland, Noreg, Kanada/USA, Kekkia, Svøríki, Ísland og Slovenia. Tað tíggjunda verður væntandi Ungarn, sum eisini hevur keypt rættindini at geva Fløtu kaninina út.

Og forvitnisligt sær tað út at síggja navnið á Bárði og heitið á bókini við so fremmandum stavum sum her á myndini omanfyri.

Lesarar okkara kunnu gleða seg til tær fyrstu fimm bøkurnar í 2017, sum fara at koma út seinast í mánaðinum.



Aftur