Ein pakki kom úr Keypmannahavn

Heidi eftir Johanna Spyri

H. Hagerup København 1943, 8 oplag

 

Vit skulu hugsa okkum aftur í eina tíð, har lítið og einki var til av bókum og tá serliga barnabókum. Tíðin var uml. 1940 – 1950 við einum heilum verðaldarbardaga í. Tó undrist eg yvir mítt lítla og tó stóra bókasavn, sum eg, hóast nógvar flytingar, havi fingið tá og eigi enn. Bøkurnar tóku meg við, og eg las tær, ja, næstan búði inni í teimum. Óneyðugt skuldi verið at sagt, tær vóru allar á donskum máli, sum væl læt seg lesa, tá ið hugsað verður um innihaldið. Bøkurnar vóru hesar: 1. Louis Moe: Rim og Remser, 2. Elmar Drastrup: Lille Nanok, 3. Jesper Ewald: Graapeter, 4. Susanne Lassen: Den uartige Caroline ( 14 bls. á rími), - 5. Heidi í tveimum bindum ( 275 bls. tils.)
   Tað kenst løgið at hitta persónarnar aftur, tíbetur er so frægt av barni inni í einum enn, at tað ber til at gleða seg yvir tær góðu løturnar, tær góvu tær. Tær kundu av og á vera í so ógvusligar, sum tá ið mamma Nanok varð skotin, og hesin lítli hvítabjarnarungin bleiv móðurloysingur í øllum kuldanum í Grønlandi. Ella tá ið lítli kettlingurin Graapeter varð tveittur út í stóra, myrka skógin, tí fólkini  vildu ikki taka sær av honum longur. Tá mátti andast djúpt at fáa trýstið fyri bringuni burtur. Men hesar stravnu løturnar hoyra við til at gera eina bók spennandi. Lesarin vil hóast alt ikki verið tær fyriuttan. Og innast inni veit lesarin væl, at eingin í eini barnabók verður sleptur upp á fjall.

   Heidi, sum sveisiska Johanna Spyri skrivaði í fýra vikur, kom út á fyrsta sinni í 1881 og er síðan komin út í  ótaldum útgávum og málum. Í Wikipedia stendur, at Heidi er mest umsetta bók, tá Bíblian og  Koranin ikki eru taldar við. Fýra føroyskar útgávur eru komnar, onnur sum ein av glæstribókunum í 1958, tvær tekstbøkur í 1988 og 1990 og ein myndabók í 2009.

       

   Ein pakki kom úr Keypmannahavn, og á pakkanum stóð mítt navn, kanska fyrstu ferð eg sá mítt navn og adressu í senn. Tordi næstan ikki at pakka upp, - jú, forvitnið vann. Í vóru tvær bøkur við permumynd av vakrari gentu á mínum aldri sitandi í grasinum við geitarlambi og um hana aðrar geitir. Nær við stóð ein lítil, vøkur smátta. Leingi hugdi eg bara at myndini. Á henni stóð Johanna Spyri, og við stórum stavum HEIDI.
   Bøkurnar vóru fyrsta samband, eg fekk úr Keypmannahavn frá pápabeiggja mínum og konuni, og føldist hetta sum stór hending og ein verulig gáva. Nú var eg í teirri hepnu støðu at liggja við meslingum og fekk tí frið at lesa. Tá í tíðini var ikki góður siður, at gentur og konur lósu ov nógv, tær skuldu gera húsligt arbeiði.  Men friðurin, eg fekk, kom mær væl við. Eg las og las, var alla tíðina triði persónur, eygleiðarin í søguni um Heidi, fjallaabban, Pætur, ommuna, Klaru, frøkun   Rottemeier og øll hini. Stutt fyri hevði eg mist mín kæra abba, so fjallaabban knýtti eg at mær, eins og Heidi knýtti seg til hansara.
   Eg kann ikki í dag siga, at mín alskur til hagan og náttúruna er sprottin úr bókini um Heidi, men at eg havi fingið við náttúruupplivingarnar, Johanna Spyri skrivar um, er eyðsýnt. Heidi var send til Frankfurt og mundi gingið til har. Frísk var hon, so skjótt hon aftur var í Guðs fríu náttúru.  So best dámdi mær at lesa um, tá ið Heidi  var saman við abbanum og Geitapæturi úti í haganum. Hetta sæst týðiliga í bókini, tí har eru fingramerki míni sjónsk enn, meðan síðurnar, har tey vaksnu práta og liva, ikki eru so illa viðfarnar.
   Eg var saman við góðum fólki, meðan eg las, men best av øllum var, at tað bara var eg og bókin.



Aftur