Besettur av bókabasilluni

Kim-bøkurnar komu út í 1957-1973. Rithøvundurin var Bengt Janus Nielsen, sum skrivaði undir dulnevninum Jens K. Holm.

Jan-bøkurnar komu út í 1941-1964. Rithøvundarnir vóru Knud Meister og Carlo Andersen.

 

Hóast fólkatalið í Havnini ikki mundi vera meira enn helvtin av tí, tað er nú, so vóru 4 bókahandlar í býnum, tá eg var lítil.

Gamla Bókhandil minnist eg bara frá jólum. Stúgvandi fullur av fólki í vátum ulpum, royndi at skora seg framvið hvørjum øðrum uttan at ríva nakað niður av hillunum. Innast í handlinum var leikutoysdeildin, og sum tá hevði so nógv størri áhugað enn bøkurnar, men hetta broyttist, og mundi eg eiga ikki so fá spor har, tá ið dreingjabøkurnar høvu fest í hugin.

Bókahandilin hjá Hjalmari lá eitt lítið sindur nærri okkara húsum. Eg veit ikki, um tað er so, men eg haldi meg minnast, at onkur keypti mær mína fyrstu bók, Gelli smelli skúlabussur - eina av forkunnugu glæstribókunum har.

Eg var ivaleyst ikki nøkur ørn, tá eg fór í fyrsta flokk. Havi skilt, at eg var dagdroymari. Tá tann fyrsta karakterbókin kom, stóðu allir krossarnir í einari snórabeinari røð rímuliga langt til høgru, og eftir reaktiónunum hjá onkrum eldri næmingi, sum vildi sleppa at síggja, so var hetta nokk ikki tað allarbesta at koma heim við.

Líkamikið, eg mundi neyvan vera tann einasti, sum ikki fekk hilling á bókstavaraðnum, men Huusgaard, sum var flokslærari, kendi ráðini. Flokkurin bleiv býttur í tvey, genturnar høvdu nakrar lesitímar fyri seg, og dreingirnir nakrar. Kanska hevur hetta verið í øðrum flokki. Tá bleiv luftigari og meira liviligt í stovu 206, og skjótt klikkaði lesiførleikin upp á pláss. Palo í Grønlandi var fyrsta bókin, og minnist eg rætt, bleiv hon lisin eina og tvær ferðir umaftur, so at eg kundi staðfesta, at søgan var har enn, og líka so fantastisk, sum tá eg hevði lisið hana fyrstu ferð.

Innast í lítla skúlagarði lá tannlæknastovan. Har var ein blandingsroykur av angist og hugna. Hugnin kom av, at Erling Simonsen dugdi so avbera væl at siga søgur. Í Karius og Baktus, har myndirnar vóru vístar upp á veggin, átti hann ein stjørnuleiklut, men á borðinum lógu, sum í bíðirúmun flest, bunkar av slitnum lesnaði, m.a Maria maria marolla, sum vit skjótt “lósu” uttanat.

Heima við hús bleiv oyðslað við lesitilfari. Bøkurnar vóru ikki so nógvar, hóast at tað, sum kom út, bleiv keypt, og stovan, har sum bókareolin stóð, var sum oftast køld. Men øll tey føroysku bløðini vóru hildin, og tað, sum var skrivað, bleiv dúgliga viðmerkt, eisini Ferdinand. Og týsdag gekk leiðin oman í Ternuna at avheinta tey avløgdu vikubløðini. Mamma var ikki kørg, tá tað snúði seg um at brúka pengar upp á lesnað. Eg fekk tey, sum eg peikaði á.

Í mun til hesi litføgru bløðini helt eg, at sum heild vóru lesibøkurnar keðiligar. Tær søgdu ofta frá einari tíð, sum langt síðani var farin, og í einum málbúnað, sum milt sagt kundi vera støvutur. Men tað vóru eisini søgur, sum glógvaðu øðrvísi í mínum sinni. Fyrsta bókin, eg misti svøvnin av, var Frændaleysur, síðani komu tær pø á pø. Kring jørðina í kavbáti, Loyndarfulla oyggin, Loyndarmálið, og trúgv tí ella ei, tað ber enn til at finna eina slíka, sum heldur einum vaknum, meira enn gott er.

Sum tíðin leið, og alt hatta við lesiførleikanum var fallið upp á pláss, gjørdist Býarbókasavnið ein partur av gerandisdegnum. Aftaná skúlatíð gingu vit oman á lesistovuna og sótu ofta har til nátturðatíð. Nakrar bøkur mátti man bara eiga. Tá gekk leiðin oman í gamla bókahandilin, har tey høvdu allar dreingjabøkurnar, Kim, Jan og so tær um Alfred Hitchcock og teir tríggjar detektivarnar.

Mangt er broytt. Ein føroysk barnabók er ikki longur at síggja sum lundi á jólanátt. Bara í ár koma tað fleiri føroyskar barnabøkur út enn samlaða talið av barnabókum, sum vóru komnar, tá ið eg var smádrongur, og tær eru gjøgnumgangandi so nógv betri, at tað slett ikki kann samanlíknast. Tað er fantastiskt, at komandi ættarlið hava allar hesar bøkurnar at velja og vraka burturúr. Men hóast alt, so bar tað til at blíva smittaður av hasari bókabasilluni, hóast úrvalið ikki var eins stórt og gott.



Aftur